Koyrilíkindini eru heldur ikki av teimum bestu í morgun. Landsverk boðar frá, at tað er hált og krapi um tað mesta av landinum, og tí verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.
Sambært Landsverk ganga Suðuroyggin og Sandoyggin frí í morgun, men norðan fyri Skopunarfjørð er hált og krapi í støðum í øllum økjum.
Tað verður eitt sindur kalt í allan dag, men út á fyrrapartin í morgin verður eitt sindur lýggjari.