Hoyvík: Seinnapartin í gjár kom í øllum førum ein týðandi lutur uppá pláss, nevniliga tann gott 1 tons tunga kirkjuklokkan.
Hon er stoypt hjá einasta norska klokkustoyparí'inum Olsen Nauen Klokkestøperi í Tønsberg.
Á klokkuni standa skrivað hesi orðini eftir Gunnar Hoydal: "Um bygdan haga, vík og dal, í ljósins verki eg ljóða skal".
Í framtíðini fer henda klokkan at kalla hoyvíkingar og onnur til gudstænastur.
Í kirkjurúminum verður pláss fyri eini 400 fólkum. Verður hinvegin tørvur á enn meiri plássi, kann eitt tilhoyrandi rúm takast uppí, soleiðis at eini 600 fólk kunnu sita her.
Vígslan av kirkjuni verður sunnudagin 4. november.