Ringið ikki aftur

Útlendingar royna at lumpa føroyskar stovnar

Elektron ávarar nú aftur móti teldupostum, har heitt verður á móttakaran av ringja upp aftur til avsendaran.

 

- Ivasamir persónar frá fyritøkuni "asiahedgefundassociation" hava sett seg í samband við ein stovn í Føroyum, skrivar Elektron.

 

Fyritøkan hevur fingið ein teldupost um eina ráðstevnu, sum eftir øllum at døma skal vera í Føroyum. Elektron skrivar, at fyrst fekk fyritøkan ein teldupost og síðani ringdu fólk frá einum franskum nummarið.

 

- Fyrst senda tey tpost, og so ringja tey frá hesum fronsku tlf nr.: +33 6 15 71 95 (xx) og +33 6 76 51 58 (xx), skrivar Elektron á Facebook vanga sínum.

 

Elektron ivast ikki í, at talan er um snýt av onkrum slag.

- Vit meta, at talan er um, í besta føri, aggressiva marknaðarføring ella call back high taxing, tvs, tað kann kosta nógv at ringja upp aftur. Í ringasta føri, er talan møguliga um web og tpost phishing, stendur skrivað. web og tpost phishing er tá onkur roynir at fáa fatur á loyniorðum ella øðrum viðkvomum upplýsningum.

 

Áheitanin frá Elektron er tí greið, um aðrar fyritøkur ella privatpersónar skuldu fingið líknandi teldupostar: Ringið ikki aftur.