Búskaparstøðan í Danmark er nógv verri, enn fólk geva sær far um, og í veruleikanum er árið í ár tað ringasta fyri danskan búskap síðani seinna heimsbardaga. Tað skriva búskaparfrøðingarnir hjá Nordea-bankanum í einari nýggjari frágreiðing.
Teir vísa á, at danska bruttotjóðarframleiðslan minkar næstan fimm prosent í ár, og at talan er um stórt fall innan privatu nýtsluna, byggivinnuna, vinnuíleggingar og útflutningin.
Búskaparfrøðingarnir hjá Nordea siga, at hóast danir hava fingið fleiri pengar um hendi, er privata nýtslan ikki vaksin, heldur tvørturímóti, skrivar DR.