Juli hevur ongantíð verið so heitur í russiska høvuðsstaðnum sum í ár, og í gjár setti hitin met. Tá komu hitamátararnir upp í 36,7 stig, og so heitt hevur tað ikki verið í Moskva síðani 1936. Ta ferðina var hitin 35,0 stig.
Hitametið í Moskva er 36,8 stig, og tað var tann tann 7. august í 1920. Sostatt var dagurin í gjár tann heitasti í 90 ár.
Russisku veðurmenninir siga, at summarið í ár er tað heitasta nakrantíð. Hitin er komin eystaneftir og er á veg ímóti Finnlandi. Tí hava finsku veðurmenninir sagt frá 35 stigum í morgin.