Alt sítt lív hevur Hildur Arge selt giftiringar, forlovilsisringar og aðrar prýðislutir í familjufyritøkuni Niels L. Arge.
Síðan 1995 hevur hon verið í føstum starvi í familjufyritøkuni, sum hon í 2004 gjørdist eigari av.
Seinastu fimtan árini, er tó ongantíð komið fyri, at fólk eru komin aftur við ringunum, um okkurt er kiksað upp til brúdleypið ella at fólk eru skyld.
– Giftiringar skulu helst vara fyri lívið, og hóast onkuntíð ikki gongur heilt sum tað skal, so er tað ongantíð komið fyri, at fólk er komin inn at biðja um pengarnar aftur fyri ein ring vit hava selt, sigur Hildur Arge.
Men hóast fólk ongantíð lata ringarnar innaftur, so eru mannfólk, sum gardera seg, áðrenn teir seta avgerandi spurningin: Um konan vil giftast við sær.
– Hinvegin kemur meira enn so fyri, at menn koma inn til okkum og lána ein ring, sum vit pakka fitt inn, og so koma teir sum oftast saman við konuni aftur at bestilla giftiringar, greiðir Hildur Arge frá.
Kann gita árið
Sum við øllum øðrum, so er eisini móti fyri, hvørjir ringar eru populerir. Fyri nógvum árum síðan var tað bara kvaliteturin í ringinum, sum hevði nakað at siga, men í 80unum skuldu ringar brádliga vera so breiðir sum gjørligt, og í 90unum skuldu teir vera so einfaldir sum gjørligt og soleiðis heldur fram.
– Eg klári kanska ikki at gita árstali, men í nógvum førum klári eg at síggja á ringunum nøkulunda, hvussu langt síðan ringurin er keyptur og hvussu leingi fólk hava verið gift, fortelur Hildur Arge.
Hon greiðir tó eisini frá, at fólk ikki altíð fylgja trendinum, og tí kann mann ikki siga soleiðis í hvørjum einasta føri, men tey flestu fylgja tendensinum.
Gimsteinar eru inn
Í frá einfaldu 90unum, tá ringarnir vóru einfaldir, er tað broytt til, at nú eru gimsteinar næstan altíð í ringunum hjá kvinnunum, meðan menninir tó ikki hava tílíkar.
– Tað kann vera við einum ella fleiri brilliantum. Og fólk fylgja veruliga við mótanum, tá tað kemur til ringar, sigur Hildur Arge.
Teir flestu ringarnir, sum verða seldir kosta millum 3000 og 6000 krónur, og tá tað kemur til at velja sjálvan ringin innan fyri hesar rammur, so hevur tað eisini nakað at siga, hvussu hann riggar á fingrinum.
– Tá er tað sum oftast konan, sum ger av, hvør ringur tað skal vera, flennir hon.
Kann taka dagar
Hóast tað sum oftast er konan, sum eigur endaligu avgerðina, hvør ringur verður keyptur, so koma tær ongantíð einsamallar at velja ringar.
– Tað eru altíð pør, sum koma saman at keypa giftiringar, og tað tekur eina løtu at velja rætta ringin, sum jú helst skal vera á fingrinum restina av lívinum.
– Summi koma inn og vita longu júst hvønn ring tey vilja hava. Men tey flestu skulu hugsa seg um. Tí má mann geva teimum góða tíð til, og nógv hava gjørt av, hvat tey vilja hava, eftir einum hálvum tíma ella so, men tað er heldur onki óvanligt í, at fólk vilja hava faldara heim við, og koma so aftur aftaná nakrar dagar, greiðir Hildur Arge frá.
Verða gjørdir uttanlands
Hóast ringarnir tað er Niels L. Arge, sum selur ringarnar, so merkir tað ikki, at ringarnir verða gjørdir í Føroyum.
– Vit bestilla teir úr Hollandi og úr Danmark. Tað verður mát tikið av kundanum, sum síðan fár ein ring gjørdan serliga til sín. Tá teir so koma heim, so gravera vit í teir, og gera teir endaliga klárar til kunda, fortelur eigarin og stjórin.
Nú er spakuliga byrjað at vára, nú byrjar ein árstíð fyri ringar aftur, og tá verða gifti og forlovilsisringar seldir fleiri ferðir um vikuna.
– Fólk verða ofta gift um várið, summarið, um heystfjøllini og um jóltíðir, so nú byrjar tað aftur, sigur Hildur Arge, sum ongantíð hevur upplivað, at fólk hava viljað latið ringar innaftur, hóast giftarmálið sjálvt ikki hevur hepnast.