Tað hevur verið av ringasta kavaveðri kring landið, og nógvir vegir millum bygdir eru stongdir. Men eisini inni í Havnini eru sera ring koyrilíkindi, tí tað kavar og rýkur illa.
Bónus og Mylnan boða frá, at allir handlarnir hjá teimum eru stongdir í kvøld vegna veður
Kunnu tit gera okkum tann beina og kunngera, at allar Bónus handlarnir og Mylnurnar vera stongdar nú vegna veður.
Sambært veðurforsøgnunum, so makar hann vindin í kvøld og í nátt, og hann sigur einki avfall. Hitin verður um 1 stig.










