Landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð skoraði eitt mál tá lið hansara, HC Odense var fyri enn einum tapi næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
HC Odense var á vitjan hjá gamla liðnum hjá Róki, HEI Skæring.
HEI Skæring vann dystin 36-31. HEI Skæring var á odda 20-14 í steðginum.
Tað gekk betri hjá HC Odense í seinna hálvleiki, men tað var ikki nóg munagott.
HC Odense er framvegis aftast við bert sjey stigum fyri 17 dystir. Tó eru bert trý stig upp til Roskilde, ið er á fjórðaftasta plássinum sum útloysir upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini tá grundspælið er liðugt.
Komandi týskvøld tekur HC Odense móti Skovbakken.