Ringa byrjanin gjørdi tað torført hjá 07 Vestur

(Rás2) Tíðliga í bæði fyrra og í seinna hálvleiki fekk 07 Vestur mál ímóti sær. Venjarin ásannar, at tað gjørdi tað tungt hjá liðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen, sum sá sínar menn tapa 0-3 ímóti HB á útivølli fyrr í dag.

 

07 Vestur fekk eitt mál ímóti sær tíðliga í fyrra hálvleiki, og aftur tíðliga í seinna hálvleiki, og tað gjørdi arbeiðssetningin tungan hjá liðnum.

 

Trygvi Mortensen kann tó fegnast um, at munurin upp til Skála og EB/Streym øktist ikki, og hann trýr uppá, at hansara menn kunnu fáa stig ímóti KÍ komandi mikukvøld.