Tað er sera nógvur vindur í nátt, og tað hoyrist eisini. Tað er hvassur vindur í nógvum støðum, og stormur er á Høgareyni og Porkerishálsi. Í hvirlunum er heilt upp í 35 m/s hesa náttina. Landsverk hevur eitt yvirlit av koyrilíkindunum. Sí her:
- Syðradalur - kl. 01:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Gjáarskarð - kl. 01:19 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
- Kambsdalur - kl. 01:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 01:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 01:25 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 01:20 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Høgareyn - kl. 01:25 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 01:25 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Glyvursnes - kl. 01:27 Stormur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- við Velbastaðháls - kl. 01:24 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 01:25 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Hvalba - kl. 01:26 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 01:29 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Porkerishálsur - kl. 01:25 Stormur, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 01:25 Roknast kann við hálku
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 01:29 Roknast kann við hálku