Ring jólagáva til pensjónistar

Aftur nú, uppundir jól, leggur Løgtingið á pensjónistarnar, sigur Samtak. Felagið staðfestir, at tað verða langtíðararbeiðsleys og pensjónistarnir, sum rinda gildið fyri, at tíðirnar eru verri í Føroyum.

Samgongan ætlar nú at gjøgnumtrumfa uppskotið um, at pensjónistar, sum arbeiða, ikki skulu hava sjúkradagpening.

- Í staðin fyri aftur í ár, at leggja á pensjónistarnar í vikuni fyri jól, so átti løgtingið heldur umhugsað, at avtikið skattafría borðfæið hjá landsstýrinum. Sparingin er neyvt tann sama.

Tað eru nógvar orsøkir til, at fólk arbeiða eftir at tey eru 67 ár. Summi arbeiða tí tey kunna og tí tey hava hug at vera á arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru tað tey sum arbeiða, tí tey noyðast at arbeiða, annars er livigrundarlagið ikki tilstaðar, hóast tey fáa pensjón.

- Uppskotið, sum samgongan gjøgnumtrumfar, er við til at stilla pensjónistar ójavnt. Tey sum eru fastlønt, varðveita rættin til pensjón og sjúkradagpening. Tey sum eru tímalønt varðveita rættin til pensjón, men ikki sjúkradagpening vísir Samtak á.

Verður skattafría borðfæið hjá løgmanni avtikið, er sparingin 60.000 kr árliga.

Hjá einum arbeiðsfólki svarar hetta til eina inntøku á nærum 120.000 kr. Nógv av teimum limum, sum Samtak umboðar, fáa ikki størvegis meir í ársinntøku enn tað, sum svarar til skattafríu upphædd løgmans.

Skattafría borðfæið hjá landsstýrisfólki er ?einans? 20.000 kr árliga, men afturat hesum fáa landsstýrisfólk uttanfyri Tórshavn, Argir, Hvítanes og Hoyvík árliga frían bústað +12.000 kr skattafrítt ella eina upphædd millum 40.000 kr og 115.000 kr skattafrítt.

Verða skattafríu upphæddirnar hjá landsstýrinum lagdar saman, so er henda sparing væl hægri enn tað, sum spart verður við at avtaka sjúkradagpeningin hjá pensjónistunum.