Ódnin Wipha, sum kemur inn at kinesisku strondini í kvøld, er tann ringasta í mong ár Wipha er í løtuni í útnyrðing úr Taiwan. Ódnin hevur kós ímóti kinesisku strondini, og har eru myndugleikarnir í ferð við at flyta umleið 200.000 fólk burtur.
Veðurmenninir siga, at Wipha er tann ringasta ódnin av sínum slagi í mong ár. Í morgun var vindferðin í miðdeplinum 70 metrar um sekundið í meðal og í hvirlunum heilt upp í 89 metrar um sekundið.
Kinesisku veðurmenninir siga, at Wipha fer at raka milliónbýin Wenzhou í kvøld. Seinni snarar hon norður ímóti Shanghai, men hon viknar eitt sindur, áðrenn hon kemur norður hagar, siga veðurmenninir.










