Ring byrjan hjá sumbingum

Niðurflytararnir úr Sumba fingu ikki ta byrjan, teir høvdu vónað, tá B36 vann 2-1 suðuri á Krossinum sunnudagin


 

Sumba ? B36 1-2 (1-1)


Fótbóltur


Eftir at hava spælt 1. deildar fótbólt í trý kappingarár á rað, eru sumbingar aftur at síggja í næstbestu deildini. Men hóast hollar royndir úr bestu deildini, eydnaðist teimum ikki at vinna á næstbesta liðnum hjá B36.

Heldur óvæntað streyk útiliðið avstað við øllum stigunum, tá havnarliðið var á vitjan í Sumba.

Tað var annars heimaliðið, ið legði fyri við málskjótingini, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Sumba setti eitt mótálop í gongd, sum endaði við, at bólturin heldur tilvildarliga datt fyri føturnar á Eirik Joensen, ið stóð leysur. Eirik helt høvdið kalt og sendi framvið málverjanum, og so var heimaliðið frammanfyri.


B36 svaraði aftur

Fyri málið hjá sumbingum var tað heldur B36, ið hevði verið naskari í sínum málroyndum, men teir høvdu ikki eydnuna við sær.

Hóast hvøkkin megnaði B36 at svara aftur beinanvegin. Tveir minuttir fyri steðgin fekk Gunnar Nielsen fatur á bóltinum nakað væl uttanfyri brotsteigin. Hann gjørdi ikki mætari enn at royna seg langt úti frá við vinstra beini, og bólturin streyk framvið málverjanum. Vakurt mál.

Nakað av vindi var omaneftir vøllinum í Sumba sunnudagin. Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið vindin við sær, og tí var tað mesta av spælinum niðri á hálvuni hjá B36. Tað var tó B36, ið fekk einasta málið eftir steðgin.

Heini í Skorini setti eitt álop í gongd á egnari hálvu, sum endaði við, at Gunnar Nielsen royndi seg við skoti. Málverjin hjá sumbingum Rúni Lisberg hálvbjargaði, og har var Heini í Skorini aftur og høvdaði sigursmálið fyri B36.

Sumba legði trýst á B36-málið í seinna hálvleiki, og teir spældu seg eisini fram til nakrar møguleikar. Men B36-málverjin Janus í Stórustovu hevði fleiri góðar bjargingar, sum forðaðu sumbingum at fáa útjavnandi málið.

Sumba fekk tó bóltin í málið einaferð. B36-ari varð dømdur rangstaddur og fríspark var til Sumba, sum sendi nógv fólk fram í brotsteigin hjá B36. Ein sumbingur sendi frísparkið av egnari hálvu móti málinum. Bólturin var tikin av vindinum, snýtti bæði verjuleikarar og málverja og endaði í málinum. Tey flestu hildu, at Sumba hevði javnað í seinastu løtu, men dómarin gjørdi vart við, at talan var um eitt óbeinleiðis fríspark, og hann kolldømdi tí málið.

B36 megnaði at halda leiðsluna og fór avstað við báðum stigunum. Hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit hjá havnarmonnum og ein góð byrjan uppá kappingarárið.


Sumba ? B36 1-2 (1-1)

1-0: Eirik Joensen

1-1: Gunnar Nielsen

1-2: Heini í Skorini