Ring byrjan á nýggjum vølli

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Sambært Andras Olsen hjá EB/Streymi ber til at bjarga sær enn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við verjuspælaran hjá EB/Streymi, Andras Olsen aftaná 0-5 tapið ímóti B36 við Margáir í Streymnesi í dag.

 

Andras og øll hini í EB/Streymi kunnu fegnast um ein nýggjan, góðan vøll, sum gevur EB/Streymi nógvar menningarmøguleikar. Men í nútíðini er eingin standur. Andras ásannar, at teir í EB/Streymi høvdu tað sera torført, tá B36 fyrst kom á odda í dystinum.

 

Tó undirstrikar Andras, at so leingi vón er, so fara teir í EB/Streymi at stríðast fyri møguleikanum.