Seinasta fríggjadag vórðu trý børn funnin deyð í einum húsum í Dublin, og ein kvinna í 40-árunum er handtikin og skuldsett fyri dráp. Tá pápin, Andrew McGinley, kom heim, fann hann ein seðil: "Ring 112 - ikki fara upp!"
Fleiri lokalir miðlar skriva, at børnini, sum vórðu funnin deyð henda feigdardag, eru systkini, Conor (9), Darragh (7) og Carla (3). Tey vóru øll lívleys.
Sambært løgregluni var kvinnan handtikin, tá myndugleikarnir komu til húsini og sóu, hvat var hent. Kvinnan varð flutt á sjúkrahús, har støðan hjá henni fyrst varð søgd at vera kritisk - og seinni álvarslig.
Um løgregluna sigur pápin til børnini, Andrew McGinley, at hann er í spønum. - Eg havi eingi orð. Hetta er bara oyðilegging, sorg og ræðsla. Eg noyðist at stríðast fyri at fáa luft.
Andrew McGinley sigur, at børnini høvdu øll eina so flotta framtíð framman fyri sær saman við familju, vinum og lokalsamfelagnum, har øll elskaðu tey. Pápin sigur, at hann nú noyðist at stríðast víðari - Conor, Darragh og Carlu til heiðurs.
- Øll foreldur - hvar tit enn eru - fevnið børnini so ofta, tit kunnu. Forteljið teimum, hvussu nógv tit elska tey og verið saman við teimum hvørja løtu, tað ber til, sigur pápin.
Tað er ikki greitt, hvat tað var, sum hendi í húsunum í Dublin henda dagin, tá øll trý systkini lógu eftir á. Løgreglan hevur fingið fyribils kanningarnar frá líkskurðinum, men vil einki siga, fyrr enn deyðsorsøkin er endaliga greið.
Sambært lokalum miðlum høvdu børnini ikki sjónligar skaðar, sum benda á, at tey hava verið fyri harðskapi.
##med2##