Rinda ognar­skatt fyri bilin

Sjúrður Skaale, ting­mað­ur fyri Tjóð­veldi, vil nú hava lands­stýr­is­man­n­in í fíggjarmálum at greiða frá, hví dies­el­bil­ar eru so nógv dýr­ari í vektgjaldi enn ben­sin­bil­ar eru.

Hann spyr eisini um vekt­gjaldið ikki mest lík­ist einum ogn­ar­skatti enn einum brúks­skatti.
Hann staðfestir, at vek­t­gjald­ið er helst hugs­að sum eitt brúks­gjald, men at tað virk­ar meiri sum ein ogn­ar­skatt­ur, tí bil­eig­ar­ar fáa rokn­ing­ar fyri at eiga nak­að - og tað er uttan mun til, hvussu nógv teir brúka almennu veg­ir­nar.
Tí spyr Sjúrður Skaale, um tað ikki hevði ver­ið rætt­ari at lagt vekt­gjald­ið oman á brenn­i­evnið.
Tungir bilar brenna jú meira enn lætt­ir bilar, og verður vekt­gjald­ið lagt á brenn­i­evni, verður tað tann, sum slítur vegirnar mest, sum eisini rindar mest.
Hinvegin sleppur tann, sum koyrir lítið, und­an at rinda hendan »ogn­ar­skattin«.