Síðani morðið á svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, hava summi svensk bløð borið tíðindi, sum sambært bløðunum eru komin frá keldum í løgregluni.
Nú sigur ein fyrrverandi blaðstjóri á Expressen, at hetta er einki nýtt, og at bløð sum Expressen og Aftonbladet rinda løgreglumonnum pengar aftur fyri tíðindi. Olle Westberg sigur, at Expressen hevur eina serliga konto, sum millum annað verður nýtt til at samsýna løgreglumonnum, sum lata blaðnum tíðindi. Talan kann vera um 500 krónur ella 1.000 krónur, men tað hendir eisini, at løgreglumenn fáa upp í 5.000 krónur fyri onkur spennandi tíðindi, sigur Olle Westberg.
Fyrrverandi blaðstjórin á Expressen sigur, at leiðslan á gamla blaði hansara veit um mannagongdina, men tað vil núverandi blaðstjórin ikki gera viðmerkingar til. Sambært Olle Westberg stendur tað heldur ikki á at fáa løgreglumenn at bera tíðindi, sum annars ikki eru almenn.









