- Vit hava onki ímóti at rinda meiri í ALS.
Tað staðfestir Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag.
Hann harmast um arbeiðsloysið, sum tíverri hevur bitið seg fast, sum hann málber seg.
Í løtuni fáa stívliga 1350 fólk útgjald úr Als.
Men tað eru onnur 200-300 fólk, sum eisini eru arbeiðsleys, men ikki fáa útgjald úr Als, tí tey eru dottin úr skipanini.
Tí hava Føroya Arbeiðarafelag, og hini feløgini í Samtaki, vent sær til stýrið fyri ALS um at leingja tíðarskeiðið, fólk kunnu vera í skipanini.
- Vit hava langtíðararbeiðsloys og tískil mugu vit royna at forða fyri, at fólk standa á berum, hóast tey eru arbeiðsleys, sigur hann.
Sum støðan er nú, fáa fólk einki útgjald úr ALS, fyrrenn tey hava verið arbeiðsleys í 10 dagar.
- Tað er at revsa fólk tvær ferðir og avleiðingarnar av tí eru vanlukkuligar. Tí má tann bíðitíðin eisini avtakast, sigur Georg F. Hansen.
Samstundis kann staðfestasr, at tað eru ógvuliga fá størv til tey mongu arbeiðsleysi. Tilsamans eru eini 30 leys størv leys at søkja, og tey flestu av teimum krevja serliga útbúgving.
- Her má vend má koma í, og arbeiðsskapandi tiltøk mugu setast í verk, sum koma teimum arbeiðsleysu til góðar, sigur Georg F. Hansen.
Í ár verður mett, at tað koma 33 milliónir krónur minni inn í Als enn tað verður útgoldið.
Men stovnurin hevur framvegis nógv at standa ímóti við, staðfestir formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Men skal tað vera, eru verkafólk sinnað at hækka inngjaldið inn í ALS eitt sindur, kanska 0,25%, ella okkurt sovorðið í fyrsta umfari.
Hann leggur eisini dent á, t hámarkið fyri inngjaldið í ALS eigur at verða avtikið. Sum støðan er nú, rindar ongin meiri enn 6500 krónur inn í ALS um árið, sama, hvussu høg inntøkan er.
Tað merkir, at onki verður goldið í ALS av tí partinum av inntøkuni, sum er omanfyri 525.000 krónur.
Hetta vil Føroya Arbeiðarafelag bróta, so at øll rinda ALS av allari inntøkuni.
Á myndini er Georg F. Hansen á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelagi í dag.