Rinda 42,3 milliónir í húsaleigu

Tilsamans eigur landið 234.200 fermetrar av bygningum kring landið. Nógv mest av tí er í miðstaðarøkinum

Tilsamans rindar landskassin 42,3 milliónir krónur húsaleigu um árið. Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum.

 

Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu nógvar bygningar, tað almenna. Henrik Old sigur, at tilsamans eigur landið einar 185 bygingar kring landið og teir eru tilsamans 234.200 fermetrar til støddar.

 

Men býtið er ójavnt ímillum teir ymsu partarnar í landinum, tí landið eigur hesar fermetrar kring landið:

Suðuroy: 15.764 fermetrar

Sandoy 830: fermetrar

Vágar 512: fermetrar

Streymoy 184.340: fermetrar

Eysturoy 5.740: fermetrar

Norðoyggjar 27.014: fermetrar

 

- Bygningarnir verða búktir til skrivstovur, skúlar, sambýli, sjúkrahús, smiðjur, søvn, goymslur og annað, men í summum bygningum er lítið virksemi, sigur landsstýrismaðurin

 

 

Hann sigur, at tilsamans rindar landskassin 42,3 milliónir í húsaleigu um árið, men nú eru tey á Landsverki farin undir at skráseta allar leigusáttmálarnar hjá landinum landsins.