Rinda 150.000 krónur í Kringvarpsgjaldi um árið

Tað er órímiligt, fyri ikki at siga meiningsleyst, heldur borgarstjórin

Tað er órímiligt, fyri ikki at siga meiningsleyst, at Runavíkar Kommuna skal rinda 150.000 krónur í kringvarpsgjaldi.

 

Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at vinnuvirki skulu sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Men nú vil Tórbjørn Jacobsen hava Løgtingið til eisini at hugsa um kommunurnar í hesum føri.

 

– Grundgevingar hjá Jørgeni Niclasen fyri at sleppa vinnuvirki undan at rinda kringvarpsgjald, eru á sama hátt galdandi fyri kommunurnar, men teimum sleppur hann upp á fjall, sigur borgarstjórin í Runavík

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu vísir hann á, at í fjør rindaði Runavíkar kommuna 150.500 krónur í kringvarpsgjaldi, og hann spyr um hetta rímiligt?

 

Hann vísir á, at øll sum arbeiða hjá kommununi gjalda kringvarpsgjald, tó at hann hann vónar, at tey arbeiða so mikið, at tey ikki hava sundir at sita og lurta allan dagin. Hannn heldur eisini, at tað er lagi at ein kommuna ber eina rímiliga útreiðslu til ein neyðugan stovn sum Kringvarp Føroya.

 

– Men hendan upphæddin, hálvt annað hundrað túsund krónur, er órímilig, fyri ikki at siga meiningsleys, sigur hann.

 

Sitandi samgonga hevur sum fremsta mál at díkja kommunurnar undir í útreiðslum, sum landsstjórnin sjálv átti at goldið, átalar hann samgonguna. Men nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at sleppa vinnuvirkjum undan kringvarpsgjaldi, vónar hann, at tey eisini hugsa um kommunurnar í hesum sambandi.