Vikuskifti á XV 16, 17 & 18 Oktbur.
Àrni Hansen ? Pubuiz v/superouiz - CHILL ? Fótbóltur - BRIGDE
Í juli mánaða í ár lat nýggj cafe upp í Miðvági, og ikki kann sigast annað enn at vágafólk hava tikið sera væl ímóti møguleikanum at fara út um vikuskifti, uttan at noyðast av oynni. Hvørt vikuskifti hava ymisk tiltøk verið á skránni,og hava hesi verið javnt væl vitjaði. Tað veri seg karaoke, pubquiz, hugnatónleikur, dansur , ella fótbóltur á stórskýggja.
Komandi vikuskifti verður einki undantak í so máta, men heldur eitt av teim størru .Byrja verður longu hóskvøldi, tá ungi sørvingurin Árni Hansen trínir á pallin við gittara og góðum sangi. Eisini verður skipað fyri Pubquiz við Superquiz. Superquzzin er 3 hampuliga torførir spurningar, sum allir skulu vera rætt svarðaðir. Megnar tú tað, hevur tú vunnið ein rættuliga stóran vinning.
Fríggjakvøldið eru tað kendu og vælroyndu tónleikarnir ì bólkinum CHILL sum eiga pallin.
Leygardagin verður fyrst fótbóltur við Liverpool og seinni Manchester United á stórskýggja. Um kvøldið er aftur rinmmardansur við Brigde, sum eru kendir fyri sín frálíka contrytónleik.
Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið er double up frá kl 22.00 til 23.00 .