Rimmar tøl frá Statoil

Úrslitið hjá Statoil í juli-ársfjórðingi var betur, enn marknaðarserfrøðingar høvdu væntað. Við einum meðal oljuprísi beint niðan fyri 70 dollarar fyri tunnuna var úrslitið fyri skatt 27,8 mia. norskar krónur ímóti 24,4 mia. krónum í sama ársfjórðingi í fjør.

Inntøkurnar vóru 106,3 mia. krónur ella slakar fýra mia. krónur meiri enn í triðja ársfjórðingi í 2005.

Í meðal fekk Statoil 69,2 dollarar fyri tunnuna í juli-ársfjórðingi, og tað var 13 prosent meiri, enn felagið fekk í triðja ársfjórðingi í 2005. Gassið gav uppaftur meiri, tí gassprísurin var heili 33 prosent hægri enn í fjør. At úrslitið ikki gjørdist betur, enn tað bleiv, kemst av, at framleiðslan var minni í ár enn í fjør.

Norskir fjølmiðlar skriva, at Kristin Halvorsen, fíggjarmálaráðharri, kann ikki annað enn frøast um úrslitið hjá Statoil. Eitt er, at staturin eigur 70 prosent av felagnum, men av avlopinum í triðja ársfjórðingi skal felagið rinda 19,1 mia. krónur í skatti. Sostatt hevur felagið 8,6 mia. krónur eftir at leggja í kassan, tá skatturin er goldin, og tað er eitt prosent minni enn í sama ársfjórðingi í fjør.