Rimmar róðrargalla við Steffen Brandt í Føroyahúsinum

Rógvarar í Danmark vóru til rimmargallaveitslu í Føroyahúsinum leygardagin, har millum annað sangarin í TV2 Steffen Brandt, og Jensina Olsen frá E elski Førjar undirhildu

Róðrargalla

Marjun Dalsgaard

marjund@hotmail.com

 

Takið mundi fari uppfrá í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygarkvøldið, tá sangarin í TV2, Steffen Brandt steig á pallin.

Kappingarárið er júst liðugt í Danmark, og leygarkvøldi settu róðrarfeløgini pynktum fyri árið við eini rimmar gallaveitslu í Føroyahúsinum.

Á skránni var millum annad undirhald við kenda sangaranum í TV2, Steffen Brandt, Jensinu Olsen og dansur við Revival.

At fáa Steffen Brandt at luttaka hevur kravt eitt sindur eyka, og tí hevur eisini veri neyðugt við stuðuli aðrastaðni frá.

- Vit hava fingið stuðul til tiltakið frá Miðlahúsinum, Atlantic Airways og Føroyahúsinum, og tað eru vit sera fegin um – tað hevði nokk ikki kunna lati seg gjørt uttan. Hetta skal síggjast sum stuðul av tí føroyska kappróðrinum í Danmark, sigur Hjalmar Joensen, sum eru í veitslunevndini.