Pipar
Hetta man vera ein tann størsta piparbússan, sum er reist yvir ein ungan mann, sum fyllir 30 - og enn ikki er vorðin giftur!
Piparbússan, sum stóð reist í Eysturbýnum í gjáramorgunin, er einki minni enn ein stór bingja, sum er sett uppeftir enda.
Vit fingu eitt "hint" um bússuna og fóru ein túr á staðið.
Um hon røkkur einum guinnes-meti, vita vit ikki, men stór er hon, má sigast.
Sum skilst, reistu vinmenninir hjá tí, sum fylti 30, hesa velduga stóru piparbússu við einum stórum kranabili.
Tað kann vera, at Rana vantar konufólk, nú hann er farin um tey 30, men pipar vantar honum í hvussu er ikki tey næstu 30 árini!