Sum siður er hvørt gamlaárskvøld, so skipar Gamlaársnevndin á Tvøroyri fyri stórum fýrverki í Trongisvági. Fyrireikararnir boða frá, at hesuferð verður Tvøroyri karmur
um onki minni enn Føroya størsta og vakrasta fýrverk.
Umframt hetta verður eisini millum annað kyndlagonga, landgongubreyð og sjálvandi eisini stóra bálið. Eftir hetta spæla Páll Finnur Páll til dans í høllini í
Trongisvági.
Vælumtókti bólkurin, ið gav fimtu fløguna, ið nevnist "Kom við mær", út fyri einum góðum mánaða síðan, hevur seinasti árini gjørt vart við seg, sum ein av bestu
livebólkum í Føroyum.Tað kann tí væntast, at tað verður stúgvandi fult av fólki í høllini á Trongisvági. Fyrireikararnir boða frá, at øll eru hjartaliga vælkomin til
tiltakið.