Aftur í ár verður skipað fyri stórum tiltaki við nýggjársbáli á Glaðsheyggi í Havn. Tiltakið er eitt av teimum stóru nýggjárstiltøkunum í høvuðsstaðnum, og bálið plagar at síggjast væl um allan býin.
Tiltakið byrjar klokkan 22, tá Bjørn á Heygum fer at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og Uni Arge fer at syngja, tá bálið verður tendrað. Øll eru vælkomin.
Fyrireikararnir heita á fólk, sum eiga bilar standandi á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, um at flyta teir í seinasta lagi klokkan 17 nýggjársaftan.