Ríkisleiðarar vitja í Ukraina í dag

Endamálið er at vísa stuðul frá øllum ES til ukrainska sjálvræðið og at leggja fram ein stóran pakka við stuðli til Ukraina.

 

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, fer í dag til Kiew at hitta Volodymyr Zelenskyj.

Í dag fara tríggir forsætisráðharrar at vitja ukrainska forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, og vitjanin fer fram í høvuðsstaðnum Kiev. 

 

Ríkisleiðararnir eru pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, og forsætisráðharrarnir í Kekkia og Slovenia.

 

Teir fara at vitja Volodymyr Zelenskyj sum umboð fyri ES.

 

- Endamálið er at vísa stuðul frá øllum ES til ukrainska sjálvræðið og at leggja fram ein stóran pakka við stuðli til ukrainska statin og samfelagið, sigur pólska stjórnin.

 

Kekkiski forsætisráðharrin, Petr Fiala, sigur eisini, at ferðin í Ukraina hevur til endamáls at vísa landinum stuðul sum sjálvstøðug tjóð.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, fer í dag til Kiew at hitta Volodymyr Zelenskyj.

Kekkiski forsætisráðharrin, Petr Fiala, sum er við á ferðini til Ukraina í dag.