Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum

- Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit uppliva, at trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent, sigur løgmaður.

Mikudagin 17. januar, sum er í morgin, fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar.

 

Á skránni er ríkisfundur umframt fundur í samstarvsráðnum.

 

Á Løgmansskrivstovuni vísa tey á, at vanliga eru ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum á skrá um summarið. Á fundunum, sum vórðu í Nuuk í summar, varð tó avtalað, at Føroyar, Danmark og Grønland framyvir skulu royna at hittast tvær ferðir um árið.

 

- Tí verður skipað fyri ávegis ríkisfundi og samstarvsráðsfundi longu nú í januar.

 

Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Regluligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða í Danmark síðst í juni í ár.

 

- Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit uppliva, at trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent. Bæði við krígnum í Ukraina, og nú seinast við krígnum í Miðeystri.

 

Løgmaður heldur, at fundirnir eru eitt gott høvi at tosa saman um støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini.

 

Á ríkisfundinum luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í  londunum.

 

Síðan verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.

 

Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, umframt samstarvið millum londini og samstarvið í mun til Arktiska ráðið.

 

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

Føroyar:

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Danmark:

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland:

 

Múte B. Egede, landsstýrisformaður

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum

Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum