Ríkisfelagsskapurin var ikki ein treyt fyri at fáa lán

Risastóra lánið til undirsjóvartunlarnar bindur okkum ikki til at verða verandi í ríkisfelagsskapinum, stsaðfestir landsstýrismaðurin

Tað var ikki ein treyt fyri at fáa lán til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, at vit verða verandi í ríkisfelagsskapinum í ein nógv ár afturat. Tað staðfestir Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um tað var ein treyt fyri at fáa lánini, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapinum til lánið er goldið.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at avtalan um lánið gongur til 31. januar 2040, men tað er ikki ein treyt, at Føroyar skulu vera í ríkisfelagsskapinum til tá. Men í avtaluni er kortini tann treytin, at henda broytingar av týðandi slagi, skulu lánveitararnir kunnast um tað og tá skal partafelagið, sum eigur tunlarnar, bjóða lánveitarunum at rinda tað aftur, sum er eftir av láninum.

 

Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr Ríkisfelagsskapinum ella at Landið selur ein part av felagnum. Vilja lánveitarar av hesum orsøkum fáa lánið afturgoldið beinanvegin, verður neyðugt at endurfíggja tann partin av skuldini, sigur landsstýrismaðurin. Ítøkiliga er hesin parturin av avtaluni um lánið, orðaður soleiðis: “For purposes of this Section 8.8., “Change of Control” shall occur at such time (i) the Faroe Islands’ union with Denmark ceases, (ii)...“