Ríkisfelagsskapurin í Fimmaranum og í Krosskasti í kvøld

Framtíðarstøða Føroya hevur eftir øllum at døma rættuliga stóran áhuga millum føroyingar.

Mánakvøldið var stúgvandi fult av fólki í útvarpshøllini og lýddi á politikarar, sum tosaðu um framtíðarstøðu Føroyar. Í dag tekur útvarpið evnið upp í fimmaranum, har politikarar vera í útvarpsstovuni. Seinni í kvøld klokka 20:00 verður Krosskast aftur á skránni í Sjónvarpinum, og verður evnið har eisini ríkisfelagsskapurin.