Týsdagin fer Fólkatingið at hava orðaskifti um ríkisfelagsskapin. Uppleggið er ein skriftlig frágreiðing frá forsætisráðharranum.
Tað var í februar í fjør, at eitt samt fólkating samtykti, at ein frágreiðing og eitt orðaskifti skuldi vera um ríkisfelagsskapin á hvørjum ári. Sambært samtykta uppskotinum er teksturin soljóðandi:
»Folketinget opfordrer regeringen til en årlig forespørgselsdebat i Folketinget, hvor rigsfællesskabets muligheder og udfordringer kan debatteres samlet og fordomsfrit.«
Í frágreiðingini frá forsætismálaráðharranum verða lýst viðurskifti, sum eru serlig millum Danmark og ávikavist Grønland og Føroyar - eins og mál av serligum týdningi fyri allar tríggjar partarnar.
Orðaskiftið stendur á skránni í Fólkatinginum klokkan 13 danska tíð týsdagin.