Ríkir føroyingar skulu rinda meiri

- Vit hava ikki ráð til at lata vera at gera stórar íløgur í ungdómin, tí bara soleiðis fáa vit skil á í Føroyum

- Hesi seinastu árini hevur tað verið stórur vøkstur í Føroyum. Men tað eru nøkur heilt fá, sum eru farin avstað við øllum vøkstrinum.

Tað staðfesta bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á fólkafundi í Havn um vikuskiftið.

 

Men teir báðir siga, at nú skal tann gongdin vendast og nú skulu tey, sum eru farin við øllum vøkstrinum, rinda meiri.

 

Í áðni greiddu vit frá, at næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, er ikki serliga bjartskygdur um støðuna, tí hann sigur, at hendan samgongan tosar bara um at brúka pengar, samstundis sum at inntøkurnar skulu skerjast.

Tí er hann sannførdur um, at haldførið í føroyska búskapinum, fer at versna.

 

 

Les eisini: Støðan fer at versna nógv

 

 

Aksel V. Johannesen, staðfestur, at føroyski búskapurin skal bøtast 750 milliónir um árið fyri at fáa haldførið í hann aftur.

 

- Helvtin av tí stavar frá, at undanfarna samgonga fór at forskatta pensjónirnar, og at brúka pengarnir nú, sum annars skuldi verið til taks seinni.

 

- Seinastu sjey, átta árini er búskapurin vaksin tríggjar milliardir, men allur vøksturin er savnaður á nøkrum heilt fáum hondum, tvs, í einum 5-7 fyritøkum, har størsti parturin av eigarunum eru útlendingar.

 

- Peningurin fer av landinum og sostatt standa skattainntøkurnar hjá samfelagnum, ístað.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at tískil skal peningurin býtast javnaðari. Meiri peningur skal takast frá teimum fáu, sum hava fingið allan vøksturin, og ein partur av tí skal latast latast aftur sum skattalætti til tey, sum hava lægri inntøkur og til at bøta um støðuna hjá barnafamiljum.

 

- Tað fer at seta pening í umfar og at stimbra í samfelagnum.

 

- Høvuðstrupulleikin í samfelagnum er at aldursamansetingin er so skeiv. Seinastu 30 árini eru vit 4.700 føroyingar færri undir 40 og heldur hetta fram, yvirliva vit ikki sum tjóð, sigur løgmaður.

 

- Tí má gongdin vendast og íløgur mugu gerast í ungdómin. Tað kostar pengar, men vit hava ikki ráð at lata vera, leggur hann afturat.

 

- Samstundis mugu vit fáa tamarhald á útreiðslunum, men tað gert við at skerja yvir ein kamb, men við nýskipanum, serliga á pensjónsøkinum.

 

Høgni Hoydal hevur tríggir lyklar til at fáa haldførið í búskapin.

Fyrsti lykilin er at gera íløgur í ungdómin, tey lesandi og barnafamiljurnar, so at munandi fleiri av teimum ungu ímillum 20 og 30, verða verandi í Føroyum.

 

Annar lykilin er at tetta holið, sum vit fara at fáa í landskassan, eftir at undanfarna samgongan forskattaði pensjónir. Og tað holið kann tettast við at seta ein búskapargrunn á stovn, har peningur verður settur í til framtíðina

 

Triði lykilin er at broyta skattaskipanina, so at tey, sum hava mist, fáa lættarnir, samstundis sum at tey lág- og miðalløntu onki fáa, men í veruleikanum gjalda tað mesta av okkara vælferð. Vanligi skatturin er ov høgur og tí skulu tey við lægri lønum hava skattalækking.

 

- Gera vit tað, fáa vit ein haldføran búskapan – eisini við ongari danskari ríkisveiting, sigur Høgni Hoydal.