Noreg gevur nú frá sær 450.000 skamtar av koppingarevninum AstraZeneca gjøgnum sonevnda Covax-samstarvið. Hesum boðar norska stjórnin frá í dag.
- Koppingarevnið verður sent londum við lágum inntøkum og londum, sum tørva koppingarevni. Fleiri lond eru nú í síni triðju smittubylgju, og her er farsóttin á ongan hátt av.
Norski menningarráðharrin, Dag-Inge Ulstein, sigur, at tað er avgerandi fyri at bjarga mannalívum, at rík lond geva frá sær koppingarevni til fátøk lond.
Sagt verður, at bæði Frakland og Svøríki nú eisini geva burtur av sínum nøgdum av koppingarevni til Covax-samstarvið.
Norska kringvarpið veit í dag at siga, at norsku skamtarnir av AstraZeneca fara til ávikavist til Nicaragua, Uganda og Haiti.
Lagt verður aftrat, at bæði í Uganda og Nicaragua eru færri enn fimm prosent av fólkatalinum koppsett.











