Tað kann væl vera, at talan var um heilt álvarsligan skaða, sum noyddi Lionel Messi av vøllinum, tá Barcelona í gjárkvøldið vann 1-0 á Celtic í europisku meistarakappingini. Frank Rijkaard, venjari hjá Barcelona, sigur við spanskar miðlar, at nógv bendir á, at talan er um skaða í hælsinuni. – Nú fáa vit at síggja, hvat læknarnir siga, men eg vóni ikki, at skaðin er somikið álvarsligir, sum vit bera ótta fyri, sigur Rijkaard sambært sponsku bløðunum.