Riise til Roma

Norski verjuspælari John Arne Riise, sum seinnu árini hevur spælt í enska felagnum Liverpool, fer nú at royna seg í italskum fótbólti. Riise hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við AS Roma. Fótbóltsleiðslan í Liverpool hevur givið Riise boð um, at hann var ikki við í teirra ætlanum fyri framtíðina, og so valdi Riise at skifta til italskan fótbólt, hóast fleiri onnur ensk feløg sýndu honum áhuga.