Riis droppar Tour de France

Orsakað av tí nógvu umrøðuni, sum hevur verið runt um eigaran av danska súkklufelagnum, Team CSC, síðstu tíðina, hevur Bjarni Riis nú tikið avgerð um, ikki at standa á odda fyri liðnum, nú størstu súkklukapping á árinum, Tour de France, liggur fyri framman.

– Síðsta tíðin hevur tikið hart uppá meg persónliga, og eg má viðurkenna, at eg ikki júst nú havi kreftirnar, sum skulu til, fyri at standa á odda fyri einum liðið undir Tour de France í tríggjar vikur, sigur Riis í einum tíðindaskrivi frá felagnum.