Rihanna er høvuðsnavn á Roskilde festivalinum í ár, saman við bólkum sum t.d Kraftverk , The National og Queens of The Stone Age.
Nógv hevur verið gitt um, hvussu nógv Rihanna fær fyri framførsluna á Roskilde.
Sambært Gaffa.dk hevur Metroxpress nú eitt boð uppá hetta.
Álítandi keldan, sum blaðið nevnir keldu sína, sigur at Rihanna fær eina millión dollarar, ella uml. 5,7 milliónir danskar krónur fyri framførsluna á Orange Scene. Hetta er á leið 15% av samlaðu fíggjarætlanini á 40 milliónir.
Hóast stóru upphæddina, so sigst, at Prince og Bruce Springsteen fingu dupult so nógv, tá teir framførdu á Roskilde í 2010 og 2012.
Roskilde festivalurin 2013 verður í døgunum frá 29. Juni til 7. Juli.










