Kenda popp-sangkvinnan, Rihanna varð so hugtikin av fótbóltinum, sum hon upplivdi undir HM-endaspælinum í Brasil, at hon nú vil keypa eitt kent fótbóltsfelag.
Komin heim til Barbados-oyggjarnar, aftaná HM-endaspælið kunngjørdi hon, at nú vil hon eiga eitt kent fótbóltsfelag.
Í farnu viku kundi enska blaðið Daily Mail so boða frá, at Rihanna vildi keypa eitt fótbóltsfelag í Onglandi. Og nú skrivar spanska ítróttarblaðið El Mundo Deportivo, at Rihanna ætlar at keypa Liverpool FC. Hesa avgerð skal Rihanna hava tikið, aftaná nakrar samtalur við sín góða vin, Chelsea-legenduna, Didier Drogba.
Í løtuni eru tað amerikonsku Fenway Sports Group, sum eiga Liverpool FC. Núverandi eigarnir hava ikki alment givið til kennar, at teir ætla at selja Liverpool FC.
Ein meiningskanning í blaðnum, Liverpool Echo vísir eisini, at heili 74 prosent av viðhaldsfólkunum hjá Liverpool FC eru ímóti, at Rihanna keypur felagið.
Undir HM-endaspælinum stuðlaði Rihanna Týsklandi, sum tað eisini sæst á myndini.










