Nú hevur Time Magazine kunngjørt sín árliga lista, sum sigur hvørji tey við størst ávirkan í heiminum eru. Rihanna er á einum áttanda plássi, meðan Obama, Angela Merkel og Benjamin Netanyahu finna seg longri niðri á listanum.
Tima Magazine gevur á hvørjum ári út ein lista, har tey vísa á hvørjir persónar teljast ímillum tey, sum hava størstu ávirkan í heiminum.
Á fyrsta plássi í ár er amerikanski-asiatiski kurvabóltsleikarin, Jeremy Lin.
Á triðja plássi er filmskvinnan Viola Davis, sum var tilnevnd í kategoriini Besta Kvinnuliga Framførsla, tá ið árligur Orscar handaninar vóru á skránni, og var tað fyri hennara leiklut í filminum The Help.
Barack Obama, Angela Merkel og Lionel Messi eru millum nøvnini, sum eru at finna í lægra endanum, og millum tey niðastu er bretska songkvinnan Adele, sum hevur vunnið eina ørgrynnu av virðislønum í ár.
Síggj listan her:
www.time.com/time/specials/packages/completelist/0,29569,2111975,00.html