Rihanna á Roskilde

Rihanna hevur í morgun almannakunngjørt á Facebook, at hon skal framføra á ársins Roskilde Festivali. Hon vísir til heimasíðuna hjá festivalinum, sum nú eisini hevur almannakunngjørt stóru konsertina.

 

Rihanna gav sína fyrstu fløgu út í 2005, bar heitið "Music of the Sun". Hetta eydnaðist sera væl, og árið eftir kom fløgan "A Girl Like Me", sum gjørdist eitt enn størri hitt. Í 2007 kom fløgan "Good Girl Gone Bad", sum eitt nú hevði hennara størsta hitt á "Umbrella". Rihanna hevur síðani 2005 givið út eina fløgu hvørt ár - tó undantikið 2008. Í november í fjør kom fløgan "Unaplogetic", har lagið "Diamonds" er vorðið eitt stórt hitt.

 

Roskilde Festivalurin 2013 verður frá 29. juni til 7. juli við nøvnum sum Animal Collective, Queens of the Stone Age, Slipknot, Sigur Rós og Volbeat.