Rihanna innløgd

24 ára gamla amerikanska songkvinnan, Rihanna, bleiv fyrr í hesi vikuni innløgd á eintt sjúkrahús í New York.

 

Nøkur vilja vera við, at tað er orsakað av lívsstíli hennara, har hon er til nógvar veitslur og drekkur illa. Men sambært familjuni hjá songkvinnuni, er orsøkin ein heilt onnur.

 

Familjan harmast um, at Rihanna verður noydd at taka ógvusliga langar arbeiðsdagar, og tey eru av tí sannføring, at tað er orsøkin til, at hon fyri aðru ferð er blivin innløgd orsakað av dehydrering og manglandi orku.

 

Tað er als ikki óvæntað, at hetta hendir. Fólkini, ið hava ábyrgdina av henni, noyða hana ofta at arbeiða heili 13 tímar um dagin. Hon hevur verið útlúgvað í fleiri mánaðir, sigur beiggi hennara, Rorrey Ferty, við Daily Star.

 

24 ára gamla songkvinnan, sum av álvara gjørdist kend við sanginum “Umbrella”, var í november mánaði innløgd av somu orsøk. Hetta hevði við sær, at hon mátti avlýsa tvær konsertir í Svøríki.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð