Rihanna gevst við tónleikinum

Amerikanska songkvinnan, Rihanna, greiðir nú frá, at hon ætlar sær at gevast við tónleikinum, og ístaðin leggja dent á eina filmskarrieru. Í hesum døgum ganga søgur um, at hon hevur fingið ein leiklut sum Whitney Houston, ið doyði fyri tveimum vikum síðani.

 

Rihanna er ein dama, sum tað verður sagt og skrivað nógv um, nú á døgum.Aftaná fimtu og sættu fløgu hennara 'Loud' og 'Talk that talk', sum vóru tvær sera væl umtóktar fløgur, meinar hon kortini, at tað er tíð at steðga. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki koma at síggja meira til hana, men heldur tvørturímóti, tí Rihanna vil leggja dent á sína filmkarrieru.

 

Í ensku sjónvarpssendingini "JonathanRoss Show" segði hon soleiðis:

 

- Í ár vil eg kava longur niður í filmsídnaðin. Eg havi fingið betri royndir, síðani eg var viðí filminum 'Battleship', og haldi at tað var sera stuttligt, so eg fari at halda áfram við at taka teir røttu leiklutirnar, og síðani finni eg útav, hvat fer at henda.

 

Um Rihanna fer at skifta kós, líkasum Justin Timberlake gjørdi, veit eingin. Men kortini vóna tey mong, at hon fer at sleppa at spæla Whitney Houston í filminum, sum verður gjørdur um lívssøguhennara – tí so sleppa vit at njóta hennara sjónleik og sang samstundis.

 

(Skrivað hevur Guðrun Jonsdóttir, sum er í starvsvenjing í Miðlahúsinum)