Rigmor vann – Øssur tapti

Á hesum stað tann 1. august í ár skriv­að­u vit, at av teimum skuff­aðu valevnunum eftir løg­tings­val­ið fóru kanska at vera nøk­ur tíðindafólk.

Hetta var eftir at Øssur Winth­ereig, tíðindamaður, á fólk­a­fundi og í persónligum tíð­inda­skrivi boðaði frá, at hann fór at stilla upp fyri Tjóð­veldi. Aðr­i­r flokk­ar høvdu framm­an­und­an boð­að frá, at hetta og hatta tíð­ind­a­fólk­ið var á teirra lista. Men Øss­ur Winth­er­eig gjørdi hetta sjálvur.
Fimm tíðindafólk still­aðu upp hes­a­ferð – um­framt tey, sum longu framm­an­und­an vóru í pol­­i­t­­isku skip­ani. Tey nýggju vóru Øss­ur Winth­er­eig og Ing­olf S. Ol­sen fyri Tjóð­veldi, Júst­i­nus L. Eidesgaard fyri Sam­bands­flokk­in, Trónd­ur Djur­huus fyri Fram­sókn og Rig­mor Dam fyri Javn­að­ar­flokk­in.
Sum tann einasta rakk Rig­mor Dam inn um tinggátt. Hon var vald sum numm­ar fýra á Javn­að­ar­list­a­num við 270 at­kvøð­um. Tróndur Djurhuus var eisini nummar fýra á sínum lista, men tað var ikki nóg mikið til ein tingsess. Hann fekk 169 atkvøð­ur. Ing­olf S. Ol­sen var numm­ar 12 á Tjóð­veld­is­list­a­num við 146 atkvøðum. Jústinus L. Eid­esgaard var numm­ar 16 á Sam­bands­list­a­num við 90 at­kvøð­um, og Øss­ur Winth­er­eig var numm­ar 20 á Tjóð­veld­is­lis­t­anum við 75 at­kvøðum.
So hóast Høgni, John, Bjørt og kanska Sjúrður brúktu sjónvarpið sum lop­fjøl, so riggar tað ikki al­tíð.