Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, verður til staðar, tá paralympisku leikirnir verða settir í Rio de Janeiro í næstu viku.
Tað boðar Mentamálaráðið frá beint nú
Rigmor Dam verður eisini við, tá føroyska ítróttarfólki, sum er við í leikunum, Krista Mørkøre úr Klaksvík, fer í hylin til fyrstu svimjikappingina, sum verður næsta fríggjamorgun.
- Hetta er ein einastandandi møguleiki at sleppa at uppliva og at stuðla einum av okkara fremstu ítróttarfólkum, sigur Rigmor Dam í fráboðanini frá Mentamálaráðnum.
Hon heldur, at Krista Mørkøre er ein sonn fyrimynd, eitt ævintýr, tí hóast hon er skerd, miðar hon eftir stjørnunum.
- Tað kunnu vit øll læra av, sigur Rigmor Dam, sum verður burturstødd 5.-12. september.
Føroyar hava verið við í paralympisku leikunum frá tí, at teir byrjaðu í 1984, og Føroyar hava fullan limaskap í altjóða paralympisku nevndini. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, er verja hjá Ítróttasambandinum fyri brekað, ÍSB, og er boðin við á leikirnar sum alment umboð fyri Føroyar.
Leikirnir verða settir 7. september og tá verður Merkið borið inn saman við øðrum fløggum. Og vinnur Krista onkra kapping, verður føroyski tjóðsangurin spældur.