Rigmor Dam stillar upp til løgtingsvalið

Tá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í kvøld hevur uppstillingarfund, verður Rigmor Dam eitt av nýggju valevnunum. Tað váttar hon fyri Portalinum.

- Eg havi gjørt av at taka av hesum tilboð, nú eg ikki longur starvist sum journalistur, sigur Rigmor Dam, sum til 1. desember í fjør arbeiddi sum blaðkvinna á Sosialinum. Hon starvast nú sum samskiftisfólk hjá Starvsmannafelagnum.

Rigmor Dam hevur ikki stillað upp til løgtingsval fyrr. Hon hevur tó einaferð roynt seg til býráðsval í Havn, tað var í 2000, tá hon gjørdist fyrsta varafólk.