Rigmor Dam setir mentanardagar

Tað verður nú klokkan 17, at landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer at seta mentanardagarnar í Fuglafirði.

Tað verður nú klokkan 17 í dag, at landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer at seta mentanardagarnar í Fuglafirði. Við setanarhaldið fer eisini Fuglafjarðar Hornorkestur at spæla.

 

Eftir setanina fer landsstýriskvinnan at avdúka, hvørjir vinnararnir av teknikappingini eru, og frá klokkan 17 til 22 verður eisini framsýning av teknikappingini í Pitsa 530.

 

"Tekna besta og vakrasta stað, tú veitst um" er heitið á teknikappingini, sum skipað hevur verið fyri.

 

Skráin fyri mentanardagar í Fuglafirði er bæði rúgvusmikil og forvitnislig, og skráin sæst bæði um heimasíðuna www.fuglafjordur.fo, www.mh.fo - og á Facebook.