Rigmor Dam: PISA-úrslitið skal endavendast

Tá ið Mentamálaráðið leggur fram úrslitið av nýggjastu PISA-kanningini 6. desember, verður skjøtul samstundis settur á eina djúptøka greining av úrslitunum, har farið verður aftur um tølini.

 

Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni í dag.

 

Landsstýriskvinnan í skúlamálum hevur fleiri ferðir verið frammi og sagt, at vit skulu ikki taka lut í kanningum bara fyri at luttaka. Verður úrslitið ikki greinað og brúkt til eitthvørt munagott, skulu vit heldur lata vera við at taka lut. Hesum stendur hon við.

 

– Eitt tað fyrsta, eg sum landsstýriskvinna tók stig til, var at seta arbeiðsbólk at hyggja nærri at PISA og landsroyndunum. Tað er púra rætt, sum tað hevur verið sagt av fleiri, at vit hava ikki gjørt nóg mikið við at greina úrslitini av PISA og landsroyndunum og brúkt tey til nakað munagott. Nakað er gjørt, men als ikki nóg mikið, sigur Rigmor Dam við Skúlablaðið.

 

– Tað er lætt at staðfesta, hvat fer fram, men verulig gransking fer aftur um dátu og kannar eisini hví og kann so koma við tilmælum um, hvat er at gera. Hetta økið skal styrkjast. Royndarúrslit, sum vit hava og fáa, skulu gagnnýtast betur; vit hava tikið stig til, at Mentamálaráðið saman við Námi, Próvstovuni, Námsvísindadeildini og øðrum serfrøðingum á økinum fara at viðgera og gagnnýta úrslitini frá PISA betur. Við øðrum orðum eru vit farin undir eitt nýtt samstarv. Tá ið úrslitið verður almannakunngjørt, hava vit nøkur fyribils úrslit, og tá verður skjøtul settur á eina greining, sigur landsstýriskvinnan.

 

Samrøðan við Rigmor Dam kann lesast í fullum líki á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum – TRÝST HER