Vestmenningar eru nú farnir at rigga til sína tíggjundu bátastevnu, sum verður í Vestmanna um eina viku. Nú nærkast tíðin av álvara til, at Føroya størsta bátastevna verður skotin í gongd.
Og skotið verður eisini í orðsins rætta týdningi, tí hin 20. mai klokkan 16 verður startskotið fyri slóðbrótandi tiltakinum innan føroyskan kappróður, nevniliga 6000 metra langteinaróður, latið av.
Úr Vestmanna verður sagt, at tá kappróðarbátarnir eru komnir á mál, bíða øll spent eftir, hvat tá fer at henda. Seinni um dagin kemur nevniliga Trøllafamiljan á vitjan - við buldri og brak - í eini tyrlu.
- Trølla Omman ætlar at útvega sær eitt stórt krígsskip við kanónum, og hon fer at skjóta, so tað rungar eftir í fjøllunum, verður sagt úr Vestmanna.
Fríggjakvøldið hin 20. mai klokkan 19 hava Trøllafamiljan og Kularrøtur barnatiltak í ítróttarhøllini, og klokkan 22 fríggjakvøldið verður rimmar konsert við vælumtókta bólkinum, Páll Finnur Páll.
Leygardagin hin 21. mai klokkan 14.30 siglir allur bátaflotin av Fútakletti og inn á Vestmanna, har suppa og okkurt gott afturvið verður at fáa í tjaldinum.
Skipað verður fyri mini-tivoli og øðrum tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini frá klokkan 16. Bátastevnubúffar fáast í tjaldinum eftir klokkan 18.
- Leygarkvøldið verður eisini tann stóri bátastevnudansurin í ítróttarhøllini, har orkestrini, Moonshot, Vestmenn og Thunderbirds, fara at spæla, siga tey, sum skipa fyri bátastevnuni í Vestmanna.
Nærri kunning um ymisku tiltøkini kunnu lesast á www.vif.fo