Nógv verður lagt fyri at fáa øll viðurskifti so góð, sum gjørligt í sambandi við Norðoyastevnuna. Stóru skipini fáa heldur ikki frið.
Nú seinnapartin varð Slættaberg, sum í longri tíð hevur ligið á vestursíðuni, fluttur norður í Norðhavnina. Hetta fyri at geva betur pláss á kappróðrarøkinum og ikki minst at fáa betri útsýni hjá áhugaðum kappráðrarfólki, sum plaga at vera í hópatali úti á vestara havnaøki og hyggja at.
Sjúrðarberg, sum er liðugur at landa, liggur innanfyri kappróðrarøkið. Hann fer niður á sleipistøð í morgin.
Annars er nógv avskiping frá Norðhavnini nú um dagarnar. Eini 20 – 25 bingjur fara hvønn dag við stórum lastbilum/dragarum til Havnar. Høvdu teir fingið hendur á fleiri bilum, so fóru enn fleiri bingjur, verður sagt úr Norðhavnini.
Tá ið veðrið er av tí fagrasta, og hann lovar góðveður um Norðoyastevnuna, so eru øll tekin í sól og mána um eina góða Norðoyastevnu – og skráin er drúgv.










