Rigga nú til fyrsta túrin

Síðani 25. apríl hava menn arbeitt umborð á trolaranum "Hansu Mariu" við at rigga skipið til fyrsta túrin. Í dag fara teir inn á Toftir, og fara væntandi á royndartúr í morgin. Alt skal verða klárt til 1. juni, tá fiskiskapurin á landleiðini byrjar.

Toftir: - Í morgin leggja vit til brots!
Hans Andreas Poulsen, skipari er sera spentur eftir at fara fyrsta túrin við nýggja skipi sínum.
Hansa Maria varð handað eigarunum á stórfingnari samkomu á Tórshavnar Skipasmiðju sjálvan flaggdagin. Og nú er komið hartil, at fiskiskapurin kann byrja av álvara.
-Jú, vit eru sera spentir. Og vit vóna, at tað fer at bera til, sigur Hans Andreas, sum fyrrapartin í gjár arbeiddi í maskinrúminum saman við Jan Davidsen, sum fer at avloysa Hans Andreas sum skipari ávísar túrar.
Við verða seks mans, sum allir hava tilknýti til Nes og Runavíkar kommunur. Skipanin er soleiðis, at teir verða fýra umborð og tveir í landi, soleiðis at teir eru tvær vikur umborð og eru síðani eina í landi.
Manningin umborð á Hansa Mariu er annars henda: Hans Andreas Poulsen av Toftum, Jan Davidsen úr Havn, Suni Hansen av Nesi, Jóhannes Petersen av Saltnesi, Karsten Højgaard úr Saltangará og Eirik Poulsen av Toftum.

Justeringar
Fyri manningina umborð á Hansa Mariu er neyðugt at fáa alt at rigga umborð henda mánaðin.
- Vit ætla nevniliga at verða klárir til fiskiskapin á landleiðini, sum byrjar fyrst í komandi mánaði, sigur Hans Andreas.
Teir hava arbeitt eitt sindur umborð fyri at gera smærri justeringar, men í gjárkvøldið var ætlanin at fara inn á Toftir.
Í dag er so ætlanin at rigga alt til umborð á Hansa Mariu, soleiðis at hon kann verða klár at leggja frá landi á Toftum til royndartúrin leygardagin.
Á hesum royndartúrinum er ætlanin at royndarkoyra útgerðina, áðrenn lagt verður til brots av álvara á landleiðini, soleiðis sum ætlanin eisini er.

Gott skip
Skrokkurin til Hansa Mariu varð gjørdur uttanlands, men tekningarnar eru gjørdar á Tórshavnar Skipasmiðju.
Hans Andreas heldur sjálvur, at innrættingin umborð er góð.
-Eg eri sera væl nøgdur við troldekkið. Eg haldi, at teir hava fingið væl burtur úr, tí tað er so praktiskt, sigur hann.
Nú skal so øll útgerðin standa sína roynd, og um 1. juni verður lagt til brots á landleiðini, har roynast kann teir komandi tríggjar mánaðirnar.
Hansa Maria skal fiska fyri 5 til 6 mió. kr. um árið, og teir vænta, at tað fer at bera til.
- Annars høvdu vit ikki gjørt tað, sigur Hans Andreas stutt.
Teir fara serliga at royna á trimum leiðum ? á Skeivabanka, í tí sonevnda I-kassanum og annars í Geiranum.

Royndartúrur
Nógv varð gjørt burtur úr, tá Hansa Maria varð handað eigarum sínum.
Tað er sjálvandi altíð ein stórhending, tá slíkt hendir, men fyri føroyskt skipasmíð var hetta ein serstakur dagur, tí henda dagin vórðu ikki færri enn tveir nýbygningar latnir av skipasmiðjuni.
Hin trolarin, ið er meinlíkur Hansa Mariu, eitur Skálafossur og er heimahoyrandi í Vestmanna.
Sum skilst var hann í gjár úti fyri at royna sína útgerð, men einki frættist um, hvussu gingið hevði, tá blaðið fór til prentingar.